
Harmoniorkestrið GHM
Hvat er GHM
GHM er eitt føroyskt harmoniorkestur. GHM, ið merkir "Georg Hansens Minni", varð stovnað 14. mars 1922. Felagið fekk navnið eftir Georg Hansen bakara, ið slóðaði fyri øllum tónleikarlívi í Føroyum. Tað vóru næmingar hjá Bakara Hansen, sum tá framvegis livdi, ið stovnsettu orkestrið. Teir vildu, at orkestrið skuldi vera honum, sum teir skýrdu "Faðir tónleikin í Føroyum", ein livandi minnisvarði
Nevndin
GHM er stjórnað av eini nevnd við 6 limum, sum verða valdir á ársaðalfundi. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 1 ár.
Andras Ortind
Forfólk
Herfinnur Seloy
Kassameistari
Inga Dánjalsdóttir Remmel
Næst forfólk
Maria Krossteig Hansen
Eykalimur
Óluva Wang Reinert
Skrivari
Rebekka Lindudóttir Olsen
Eykalimur
Kom við í orkestrið
Vit leita altíð eftir eldhugaðum spælarum at koma við í orkestrið. Hevur tú hug at spæla við í besta harmoniorkestrinum í Føroyum, so er bara at taka títt ljóðføri og koma ein túr forbí á loftinum á Frúutrøð 1, mánakvøld kl 19:00
Orkesturleiðari
Maria Wang Reinert
Samband
nevnd@ghm.fo
+298 591959
Frúutrøð 1
100 Tórshavn
Føroyar
Postsmoga 1283
Kontonummar 9181-0004953713
V-tal 570346