Søgan í stuttum

GHM_History_4.jpg

Navnið GHM, ið týðir ”Georg Hansen Minni” var stovnsett 14. mars 1922. Felagið fekk navnið eftir Georg Hansen bakara, ið slóðaði fyri øllum tónleikarlívi í Føroyum. Orkestrið var stovnað av næmingum hjá Bakara Hansen, sum tá framvegis livdi. Teir vildu, at orkestrið skuldi vera honum, sum teir skýrdu ” Faðir tónleikin í Føroyum” ein livandi minnisvari. Fyrsta konsertin hjá GHM varð í desember 1922

GHM_History_2.jpg

Fyrsti formaður var Jákup C. F. Olsen, vanliga nevndur Zahle, fysti kassameistari var Axel Michelsen, og fyrsti tónleikastjóri var J. C. Guttesen, vanliga nevndur Kisan. Aðrir stovnarir eru: Johann Meitilberg, André Andréasen, Tórstein Askham.

GHM_History_5.jpg

Virksemið hjá GHM hevur verið misjavnt, men eftir eina endurreistn í 1950 hevur gingið meira støðugt. Harmoniorkestrið G.H.M. var í 1950’unum og 1960’unum kent fyri sín tónleik á útferðum, konsertum og serliga spæli til gamlar dansir bæði í Havn og úti á bygd.

GHM_History_10.jpg

Mitt í 70’unum kom ein bresktur venjari til Føroyar, nevndur Hugh Watkins. Hann var í fyrstuni tónleikaralærari í Klaksvík, men seinni kom hann suður til Havnar. Hann setti nógv ung ígongd at spæla uppá blæsiljóðfør, og innan stutta tíð vaks orkestrið úr 18 til 38 spælarar. 13. sep. 1976 komu enntá 3 konufólk.